Stuðulsupphædd 12. mai, kl. 14.48: 62.368 kr.
Yvirlit her
Innsavning til 50 m. svimjihyl
til Suðuroyar Svimjifelag
Í fyrstu viku í apríl í ár gjørdi hann tað aftur. Pál Joensen vísti enn einaferð, at hann er partur av heimselituni í svimjing, hetta hóast umstøðurnar hjá elitusvimjarum í Føroyum ikki eru nóg góðar. Elitusvimjarar í t.d. Danmark undrast á, hvussu Pál yvirhøvur megnar at kappast við heimselituna uttan venjingarumstøður í einum 50 m. svimjihyli.
Í eina tíð hevur ein bólkur av sjálvbodnum úr allari Suðuroynni arbeitt við verkætlan at byggja ein 50 metur svimjihyl til Suðuroyar Svimjifelag. Svimjihylurin skal gerast inni á Oyrunum í Vági, innanfyri el-verkið hjá SEV, soleiðis at avlopshitin frá el-verkinum kann brúkast í samband við upphitingina av svimjihylinum.
Arbeiði er komið nakað áleiðis, men fyri at fáa rættiliga gongd á, krevst peningur / fígging. Av somu orsøk er stovna ein stuðulskonto í Suðuroyar Sparikassa, har tú, títt felag ella tín fyritøka kann seta inn pengar, sum óskerdir fara beinleiðis til fyrireikan av 50 m. svimjihyli til Suðuroyar Svimjifelag.
Tað er Suðuroyarportalurin, sum hevur tikið stig til innsavningina og ber eisini til at fylgja við á Suðuroyarportalinum, hvussu nógvir pengar eru goldnir inn á stuðulskonto’ina. Allir persónar, feløg og fyritøkur, sum stuðla við yvir 5.000 kr. verða nevndir á yvirliti, sum kemur at liggja á Suðuroyarportalinum (dagført eina ferð um vikuna).
Stuðulskonto’in til 50 m. svimjihyl til Suðuroyar Svimjifelag er í Suðuroyar Sparikassa konto: 9870 - 1032349