Barnaróðurin takkar fyri |
![Tíðindi]() |
Chris Jan Michelsen tann 27.07.2010 kl. 10:02 |
| Tíðindi >> Tíðindi |

Ársins síðsti róður verður á ólavsøku. Dúgliga er vant; árablørurnar hava sviðið, og sveittin hevur runnið. So nógv børn høvdu ynski um at rógva, at bátur var ikki til øll. Tað má kallast ein jaligur trupulleiki! Tað hevur verið sera stuttligt at eygleitt hesi ágrýtnu børn!
Nú er kappróðrarárið skjótt av og barnamanningarnar á Firvaldi, Huldu og Firildi fara at rigga av. Tríggjar av manningunum hava verið við til hvørja stevnu í summar og fingið eitt gott áralag.
Dreingirnir á Huldu takka p/f John D. Hammer fyri stuðul latnan í ár. Og genturnar á Firvaldi ynskja at takka p/f Hármix, Effo og Alval fyri góðan stuðul í ár. Nevndin í FSR takkar somuleiðis hesum fyritøkum!
FSR
.jpg)
.jpg)
Aftur