Dreingirnir á Firvaldi væl stuðlaðir |
![Ítróttur]() |
Chris Jan Michelsen tann 23.07.2010 kl. 10:41 |
| Tíðindi >> Ítróttur |
Dreingirnir á Firvaldi væl stuðlaðir
Dreingjamanningin á Firvaldi ynskir at takka sínum góðu stuðlum fyri slitsterkar og fjálgar ítróttarbúnar. Dreingirnir hava klárað seg heilt væl í summar, og hava teir 4 bronsuheiðursmerki at vísa á. Teir liggja á einum 3. plássi í FM-stríðnum.
Somuleiðis takkar nevndin í FSR hesum fyritøkum fyri kærkomna stuðulin:
Rich. B. Thomsen, T.F. Thomsen, Hans Olaf Johannesen, Alval og Eik.
Skriv frá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
Myndir FSR
Aftur