Felagið Føroysk Træseglskip |
![Tíðindi]() |
Chris Jan Michelsen tann 26.07.2010 kl. 09:35 |
| Tíðindi >> Tíðindi |
Tað er ein stásiligur floti, umboðandi hvør sítt evni av føroysku siglingarsøguni, sum í morgun liggur við bryggju á Tvøroyri. Ein rúgva av arbeiði og ein rúgva av sjálvbodnari arbeiðsmegi liggur aftanfyri hesa sjón. Nú hava so tey, sum eru við at varðveita skipini, tikið seg saman í eitt felag:Felagið Føroysk Træseglskip.
Tað er ikki av tilvild at tað er hent. Rakstrarútreiðslurnar eru tungar til at halda træskip viðlíka, hartil koma so tryggingar og bjargingarútgerð, sum er ein árligur afturvendandi postur. Tí er ein roynd gjørd við samskipan at fáa eitt felag, sum kann arbeiða við at at fáa í lag avtalur og skapa størri undirtøku, bæði privat og alment, fyri at lætta um at bera hetta stolta kapittli í okkara søgu víðari.
Skipini fara væntandi um ein tíma og gongur leiðin tá framvið Hvalba og Sandvík vestanfyri Sandoynna norður til Miðvágs.
Aftur