Føroya Regatta 2010 (uppdatering nr 3) |
![Tíðindi]() |
Chris Jan Michelsen tann 25.07.2010 kl. 20:18 |
| Tíðindi >> Tíðindi |
Í kvøld verður møguleiki at síggja eitt úrval av Siglingarsøgu Føroya, tá fimm veteranskip koma inn á Trongisvágs fjørð fyri fullum seglum. Føroya Regatta 2010 er í gongd, og hesi skipini fara komandi dagarnar at vísa seg og oyggjarnar fram fyri teimum sum hava áhuga.
Roknað verður við at skipini koma um 9-tíðina í kvøld og tey fara avstað kl 9.00 í morgin.
Meiri er at lesa um Føroya Regatta á www.westwardho.fo
Vit hava verið í samband við skipini fyri løtu síðani, og tey hava verið inni og heilsa uppá Sands bygd. Haðani gongur leiðin til Suðuroynna. Tey ætla at sigla fram við Sandvíkini og inn á Hvalbiarfjørð. So stendur Trongisvágsfjørður fyri tørni. Ætlanin er at koma inn á fjørðin við fullum seglum um 9-tíðina og liggja við bryggju har fyri náttina. Sum tað sær út nú, talar alt fyri at tíðarfestingin fer at halda
Seinastu tíðindini siga at Hvalba og Sandvík vegna tíðarneyð verða ikki tikin við í kvøld, men í morgin tá Føroya Regatta fer norður til Miðvágs. Ístaðin stevna skipini móti Trongisvágsfirði og skuldu verið har í góðari tíð.
Aftur