Set til startsíðu
 
 


Lesarin skrivar



Myndasavn

Vevkamera



Verður nakað Suðuroyarlið í Vodafonedeildini komandi ár?

Ja -1
Ja - 2
Nei - onki
Veit ikki

Vís atkvøður


Tiltøk í oynni




Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2010

Tíðindi

Finn Thomsen tann 29.07.2010 kl. 16:43

Tíðindi >> Tíðindi

 

FRÁGREIÐING LØGMANS Á ÓLAVSØKU 2010 :

Tvey ár eru skjótt liðin síðan henda samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin tók við. Hesi tvey árini hevur størsta búskaparkreppa síðan 30árini rakt heimin.

Her heima hava vit eisini merkt alheims kreppuna. Virksemið í vinnuni er minkað, arbeiðsloysið er vaksið, og Føroyar hava upplivað størstu afturgongd síðani kreppuna í 90árunum.

Seinnu árini hevur okkara samfelag havt stóran vøkstur, og almennu útreiðslurnar eru vaksnar nógv. Men brádliga noyddust vit at umstilla okkum til ein nýggjan búskaparligan veruleika. Hallið hjá landskassanum er vaksið. Javnvág er ikki millum inntøkur og útreiðslur, fyrst og fremst tí vit hava skorið ríkisveitingina og givið skattalættar, uttan at samsvarandi sparingar vóru framdar, ella nýggjar inntøkur fingnar til vega.

Landsstýrið legði beinanvegin til brots at tryggja, at vit skuldu koma so snikkaleyst gjøgnum kreppuna sum gjørligt. Føroyar gjørdust partur av bankapakkunum, og samgongan gjørdi ólavsøkupakkan. Vit hava framt virkisskapandi átøk, og vit eru farin undir at rationalisera landsins rakstur og at fremja bygnaðarbroytingar, sum skulu tryggja ein sterkan búskap.

Nógvar truplar, men tó neyðugar avgerðir eru tiknar, og enn fleiri umrøddar í almenna rúminum. Tað hevur skapt órógv - eisini í politisku skipanini. Men í ringum sjógvi er tað óðamannaverk at sleppa stýrisvølinum. Seglini mugu repast, men tað er áræði og ábyrgdarkensla, sum ber eitt samfelag gjøgnum krepputíðir, og skulu vit føra samfelagið burtur úr vandaleið, mugu allir partar taka byrðar á sínar herðar.

Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga. Eg havi tí og fari framhaldandi at rætta hondina út til samstarv, eisini við andstøðuna. Tung tøk liggja fyri framman, og truplar avgerðir mugu takast við samráðingarborðið. Men vit koma ikki á mál, um vit bara eru før fyri at vísa á, hvar ikki kann sparast, ella nýggjar inntøkur ikki kunnu fáast. Og semjurnar fáast ikki, uttan at onkrir beiskir bitar verða svølgdir.

Harra formaður

Løgtingið samtykti einmælt játtanarkarmin fyri 2011, og breið semja er um yvirskipaðu fíggjarætlanina fyri komandi árini. Tað vísir styrki og støðufesti. Eg vil tí nýta høvi at takka bæði samgongu og andstøðu fyri at hava sæð álvaran og víst ábyrgd í hesum tíðum.

Landsstýrisfólkini hava nú fingið greitt at vita frá einum samdum løgtingi, hvussu nógvan pening, tey hava hvør sær at ráða yvir.

Vit hava megnað at ávirka gongdina rætta vegin. Fleiri tekin eru um, at afturgongdin er steðgað, og at tað spakuliga gongur framá. Inntøkurnar hjá landskassanum eru vaksnar við 4,8 prosentum fyrstu 6 mánaðirnar í ár sammett við í fjør. Arbeiðsloysið er minkandi, og nýggjasta konjunkturkanningin vísir, at vinna og borgarar síggja bjartari upp á framtíðina.

Í nýggjastu metingini frá ratingsstovninum Moody’s varðveitir okkara búskapur sítt góða skoðsmál. Orsøkin er júst ætlan okkara at fáa javnvág millum inntøkur og útreiðslur, og at landsins myndugleikar hava víst, at teir kunnu fremja neyðug tiltøk í krepputíðum.

Búskapurin gerst alt meiri fjøltáttaður. Almenna skuldin er lítil, og Landsbankin hevur gott gjaldføri. Stórar fíggjarognir standa í grunnum t.d. ALS, og sannlíkindi eru, at ríkisfelagskapurin eisini er ein trygd fyri, at Føroyar í truplari skuldarstøðu kunnu halda skyldur sínar mótvegis lánveitarum. Metingin ber boð um, at umheimurin hevur álit á føroyska búskapinum.

Vit fara at halda fram við varliga búskaparpolitikkinum, sum bæði minkar um skuldina og setur ferð aftur á samfelagshjólini.

Landsstýrið er farið undir at gera eina langtíðarløguætlan. Húsalánsgrunnurin fer í august út á sethúsamarknaðin við tilboðum um lagalig orkulán. Hesi lán verða latin til umvælingar og ábøtur á bústaðir. Átakið fer at økja virksemið, minka oljunýtsluna og betra handilsjavnan.

Fleiri stórar samfelagsíløgur, sum samgongan setti sær fyri at fremja, eru farnar í gongd. Farið er undir skúladepilin við Marknagil, hildið verður fram við at útbyggja Landsjúkrahúsið, og arbeiðið at leingja flogvøllin er loksins byrjað. Avtala verður nú gjørd við P/F Skálafjarðartunnilin, og gongst sum ætlað, verður koyrandi undir Tangafjørð í 2016.

Nógv rok hevur staðist av meirnýtsluni, sum hevur verið í almennu umsitingini. Landsstýrið hevur fingið tamarhald á meirnýtsluni, og tølini vísa, at samlaða meirnýtslan er farin úr 125 mió. kr. í 2008, niður á 22 mió. kr. í 2009.

Rakstrarútreiðslurnar hjá landinum eru og verða tálmaðar, og inntøkugrundarlagið verður breiðkað m.a. við at áseta grøn avgjøld og tilfeingisgjøld. Skulu vit megna at menna tænastustøðið, mugu vit fáa meira fyri minni. Í heyst verður tí farið undir at fyrireika eina eftirmeting av almenna bygnaðinum, sum eitt samt løgting samtykti í vár.

Harra formaður

Leiðin burtur úr kreppuni kann gerast drúgv, men tað eru vit, sum velja hvørja leið, vit taka. Vit hava valið millum at skerja vælferðina ella fremja broytingar, so vit fáa skynsamari rakstur og betri tænastur. Vit hava valið millum at bróta upp úr nýggjum og gerast ein meira samrunnin partur av alheimssamfelagnum ella at standa í stað.

Vit hava valið millum at gera kakuna størri ella at brúka alla orkuna uppá at býta hana.

Vit skulu skapa vinnukarmar í heimsklassa, ið kunnu draga til sín íleggjarar og gera vinnulívið kappingarført á heimsmarknaðinum. Kjarnin í vinnupolitikkinum er at geva vinnuni frælsi at skipa sítt virksemi, meðan tað almenna tryggjar neyðugt eftirlit og lóggávu.

Miðjað verður ímóti at hava regluverk, sum fylgir altjóða standardum, so tað er lætt hjá føroyskum fyritøkum at virka uttanlands og hjá útlendskum fyritøkum at virka í Føroyum. Máliðer at hava eina umsiting, har fyritøkur kunnu greiða síni viðurskifti skjótt og væl á fáum støðum. FAS og Skipaeftirlitið eru løgd saman, so øll fyrisitingin á sjóvinnuøkinum er skipað í ein stovn, og farið er undir at skipa aðrar vinnuligar umsitingar á líknandi hátt.

Føroyskar fyritøkur eru sum heild smáar í altjóða høpi, og tí eru møguleikarnir fyri nýmenning avmarkaðir. Tí er neyðugt, at landið stuðlar upp undir gransking, nýmenning og marknaðarføring úti í heimi, so at nýhugsan í verandi vinnum og áræði hjá íverksetarum kunnu bera frukt.

Landsstýrið og vinnan hava saman gjørt eina vakstrarætlan við átøkum, sum skulu skapa arbeiðspláss og fleiri inntøkur til samfelagið. Ætlanin bleiv løgd fram í vetur, og fleiri av átøkunum eru longu sett í verk.

Tað hevur eydnast at áseta karmar fyri alivinnuna, ið hava verið við til at skapa stóra framgongd og vøkstur. Hetta hevur bjargað føroyska útflutningsvirðinum frá einum skrædli. Ein hin størsta avbjóðingin fyri vøkstri eru avmarkaðu aliøkini. Landsstýrið er tí, saman við Fiskaaling, farið undir eina royndarverkætlan at ala á opnum havi.

Vit hava stovnsett eina nýmenningarskipan, so íverksetarar kunnu fáa ráðgeving og søkja um stuðul á øllum stigum frá hugskoti til framleiðslu. Ein portalur verður gjørdur, sum skal vísa veg til bæði ráðgeving og fíggjarligan stuðul, og arbeitt verður við at skipa íverksetaraumhvørvi kring landið í samstarvi við kommunur, vinnu og útbúgvingarstovnar.

 

Gransking er gróðrarbotnurin fyri nýskapan og vøkstri.

Føroyar eru loksins vorðnar partur av FP7 granskingarsamstarvinum hjá ES, og landsstýrið hevur sett sær fyri at stovna granskarapark á Debesartrøð. Parkin skal kunna brúkast av fyritøkum, íverksetarum og almennum stovnum. Í løtuni leggur vísindaráðið seinastu hond á uppskot til granskingarpolitikk, soleiðis at okkara granskingarmøguleikar verða gagnnýttir á bestan hátt.

Ílegusavnið er komið væl áleiðis. Áhugi er úti í heimi fyri at nýta savnið, og í heyst verður skipað fyri verkstovu fyri at marknaðarføra og kanna møguleikarnar fyri ílegugransking í Føroyum.

Átøkini, ið landsstýrið hevur framt fyri at økja áhugan fyri FAS, hava eydnast væl. Síðani 1. mai í 2008 eru 18 nýggj skip skrásett, og tonsatalið er økt við á leið 90%.

Føroyar verða marknaðarførdar sum íløguland. Tað verður gjørt við at luttaka á keypsstevnum og við at venda sær beinleiðis til íleggjarar.

Tíverri mugu vit ásanna, at ferðavinnan er minkað seinastu árini. Tí er meira peningur settur av í trý ár til at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland. Peningurin verður nýttur í samstarvi við vinnuna til at skipa fyri lýsingarátøkum á fokusmarknaðunum í Danmark, Onglandi, Týsklandi og Italia.

 

 

 

Útflutningsráð verður stovnað fyri at menna útflutningin. Donsku skipanirnar fyri Eksportrådet og Vækstfonden verða settar í gildi í Føroyum.

Royndirnar við útbjóðing innan tað almenna hava verið avmarkaðar. Hetta verður nú broytt. Nýggjar útboðsreglur verða gjørdar fyri at fáa størri kapping og javnbjóðis møguleikar í vinnulívinum.

Apoteksverkið verður umskipað, so myndugleikin og vinnuligi parturin verða hildin hvør sær. Vinnuliga heilivágsframleiðslan og sølan skulu verða rikin leys av landskassanum. Útbyggingar verða framdar, og framleiðslan verður ment fyri at kunna halda á at veita heilivág til heimamarknaðin og fyri at kunna framleiða til útflutnings.

Sáttmáli er gjørdur við donsku stjórnina, sum gevur føroysku tryggingarfeløgunum møguleika at víðka virksemið á danska marknaðinum. Hoyvíkssáttmálin gevur atgongd til íslendska marknaðin, og næsta stigið er at fáa avtalur við Grønland og Noreg og síðan við ES.

Fyri fáum døgum síðani setti ein hin mest framkomni boripallurin í heiminum borin í føroysku undirgrundina, einans 7 sjómíl frá oljufundi hinumegin markið. Vit bíða nú í spenningi eftir úrslitinum.

Síðan fyrsta útbjóðingarumfar at leita eftir kolvetni fyri knappliga 10 árum síðani, tykist áhugin fyri føroyska økinum eitt sindur kólnaður. Kolvetnislógin er tí broytt og gjørd smidligari, so tað er møguligt at lofta brádliga íkomnum áhuga fyri einum ávísum øki og at veita loyvi skjótt, uttanfyri tey vanligu útbjóðingarumførini.

Á búnaðarøkinum verða broytingar framdar fyri at styrkja landbúnaðin. Búnaðargrunnurin verður umskipaður, so møguleikarnir at veita fígging verða víðkaðir. Fæið í grunninum á 173 mió. kr. skal í nøkur ár fara á kontu, sum allir festarar kunnu søkja úr - eisini tey, ið onga festikontu hava. Festarar kunnu tá søkja um fígging til útbyggingar, ábøtur og at velta upp úr nýggjum.

Harra formaður

Okkara búskapur er grundaður á samhandil við útheimin.

Eitt av aðalmálunum hjá samgonguni er at skipa ein nýggjan evropapolitikk, sum hevur til endamáls, at Føroyar og Evropa nærkast í nýggjum og tøttum samstarvi.

Fyri at vita og ikki gita varð serfrøðingabólkur settur at kanna, hvørjir møguleikar eru. Í vár handaði bólkurin álit, og ein virkisætlan, ið lýsir endamál og samráðingartilgongd, verður løgd til politiska viðgerð í heyst. Ein av møguleikunum er at víðka sáttmálarnar við ES, sum eru í gildi - annaðhvørt við sáttmála, ið fevnir um øll fýra frælsini, ella serstakar sáttmálar fyri hvørt øki sær.

 

 

Men skulu vit náa málinum, er fyrsta treytin, at breið politisk semja er um kósina. Onnur treytin er, at Danmark sum partur av ríkisfelagsskapinum og ES-limur stuðlar okkum í tilgongdini. Á ríkisfundinum í summar gav danski forsætisráðharrin mær lyfti um fullan stuðul í tilgongdini.

Í næstum verða Føroyar partur í felags evropiska flogferðslusamstarvinum. Tá fer tað at standa føroyskum flogfeløgum frítt at flúgva á evropiska meginøkinum, eins og evropisk flogfeløg frítt kunnu flúgva til Føroyar.

Harra formaður

Fiskivinnan hevur verið grundarsteinur undir okkara búskapi í meira enn 100 ár. Skal hon eisini vera tað í framtíðini, mugu vit broyta karmarnar, so vinnan fær møguleika at gagnnýta tilfeingið í havinum betur.

Burðardygg veiða er ikki longur eitt val, men ein treyt, skulu vit yvirhøvur verða tikin fyri fult í altjóða samfelagnum. Tað er ikki bara ein spurningur um ráðgevingina frá Havstovuni og ICES. Tí tað er eisini brúkarin, sum ger av, um hann vil keypa fisk, ið ikki er góðkendur sum veiddur á burðardyggan hátt.

Fiskidagatalið verður minkað fyri í størri mun at fylgja lívfrøðiligu tilráðingunum og fyri at fáa altjóða góðkenning av okkara fiskiskapi. Lemmatrolarar, sum higartil hava fiskað frítt, verða partur av fiskidagaskipanini. Trý nýggj trolfrí øki eru ásett fyri at verja smáupsa, og verandi friðingar verða endurskoðaðar.

Seinastu árini hevur í høvuðsheitum verið samsvar millum fiskiskapin undir Føroyum og lívfrøðiligu tilráðingina, tí at stórur partur av tillutaðu fiskidøgunum ikki eru brúktir.

 

Pelagiska vinnan og flakabátarnir hava havt stóra framgongd seinnu árini við stórum íløgum og góðum vinningi. Verri gongur við botnfiskiskapinum undir Føroyum, sum í síni heild ikki hevur givið nóg mikið. Hóast einstøk virki hava havt góð úrslit, hevur siðbundna flakaframleiðslan á landi sum heild ikki givið avkast seinastu mongu árini.

Vit mugu gera okkum greitt, at vit loysa ikki trupulleikarnar í høvuðsvinnuni við at veita fíggjarligan stuðul, hvørki á sjógvi ella landi. Tvørturímóti mugu vit geva vinnuni størri frælsi at skipa seg innan fyri skynsamar karmar, sum strimbra nýtíðargerð og virðisøking.

Svartkjaftakvotan er umskipað frá felagskvotum til eginkvotur, ið gevur vinnuni betri møguleika at gagnnýta og virðisøkja veiðina. Veiðuorka verður roknað øðrvísi nú, so tað verður lættari at endurnýggja flotan, og latið verður upp fyri møguleikanum at virka og virðisøkja fiskin umborð.

Í januar 2011 verður inntøkutrygdin latin pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at umsita og fíggja.

 

 

Uppskotið um at endurskoða fiskivinnulóggávuna við atliti at brúksskyldu av fiskirættindum, umsetiligleika og møguleikunum hjá útlendingum at gera íløgur í fiskivinnuna er liðugt. Verða politisku flokkarnir eins samstarvssinnaðir í hesum føri, og teir hava verið í arbeiðnum við veðurlagsáttmálanum og við at fáa nýggja eftirlønarskipan í lag, vænti eg, at vit fáa skipað ein dyggan fiskivinnupolitikk, ið kann tryggja landinum størri og støðugari inntøkur.

 

Føroyar eru virknar í altjóða fiskiveiðisamstarvi, har vit vinna okkum fleiri rættindi. Vit hava útvegað okkum loyvi at fiska 1200 tons av toski á Flemish Cap. Í fjør vórðu Føroyar við at stovnseta ein millumtjóða felagsskap fyri fiskiskap í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavi, har vit fingu tillutað 62.000 tons av rossamakreli.

Føroyar eiga framhaldandi at krevja størri lut í strandalandaavtaluni um makrel í norðurhøvum. Vit meta, at tey 5 prosentini, okkum eru tilutað, er ikki rættvíst býti longur, tí alt bendir á, at makrelur nógv meira enn áður er og gýtir í føroyskum sjógvi. Í ár seta vit tí okkara egnu kvotu upp á 85.000 tons, sum svara til 15 prosent av mest loyvdu veiðu. Havstovan er eisini farin í holt við at útvega vísindalig prógv fyri makrelnøgdunum á føroyskum øki. Samráðingar verða tiknar uppaftur við tí fyri eyga at fáa eitt størri býti í 2011.

Ein fiskivinnutjóð sum Føroyar má hava holla tilbúgving. Tí verður arbeitt við at betra tilbúgvingarskipanina. Ivamál hava tikið seg upp í sambandi við tyrlutilbúgvingina, og í løtuni eru samráðingar við Atlantsflog um nýggjan fyribilssáttmála. Í hesum sambandi er ætlanin, at vit í framtíðini hava tvær javngóðar bjargingartyrlur, og at onnur tyrlan altíð verður til taks í tilbúgvingini.

Harra formaður

Vit skulu taka størri ábyrgd á orku- og umhvørvisøkinum.

Strangari reglur fyri bunkring eru settar í gildi, og nýggj kunngerð um spillvatn er ásett, sum skal tryggja reinari áir og løkir. Frá 2015 verður ikki loyvt at leiða kloakkir út í vøtn og áir. Í heyst verður havumhvørvislógin broytt, so bøturnar til teirra, ið dálka havið, hækka munandi.

Í fjør heyst samtykti Løgtingið einmælt at skerja útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagi 20 prosentum fram til 2020. Hóast tað enn ikki hevur eydnast heimssamfelagnum at gera eina bindandi avtalu um CO2 útlát, ætla vit at fremja okkara ætlan á veðurlagsøkinum.

Nýggj landsbyggireglugerð, ið m.a. ásetur krøv til bjálving, verður ætlandi sett í gildi næsta ár, og nýskipanin av Húsalánsgrunninum fer at eggja borgarum til at gera ábøtur, sum minka um oljunýtsluna og CO2 útlátið.

Málið er, at 75% av elframleiðsluni skal vera úr varandi orkukeldum í 2020. Arbeitt verður miðvíst við at økja elframleiðsluna úr vindi og vatni, og arbeiðsbólkur er settur at gera ítøkiligt uppskot um, hvussu samfelagið kann dúva upp á varandi orkukeldur. Arbeitt verður við royndarverkætlan við elbilum í samstarvi við Nærverkið, og úti í heimi tykist áhugi vera fyri at nýta Føroyar sum royndarøki fyri el-bilar.

Harra formaður

Ein góð útbúgvingarskipan er neyðug fyri at standa seg í altjóða kapping. Landsstýrið leggur tí stóran dent á, at sum flest av okkara ungdómi fáa góða útbúgving – annaðhvørt bókliga ella yrkisliga.

Eg fegnist um, at samgongan og andstøðan hava staðið saman um at raðfesta útbúgvingarøkið, hóast vit hava verið noydd at tálma á at kalla øllum økjum. Eyka peningur verður settur av, so at allir skikkaðir umsøkjarar sleppa í miðnámsskúla og á Fróðskaparsetrið, ið ongantíð áður hevur fingið so nógvar umsóknir sum í ár.

Vit hava sett fleiri menningarátøk innan fólkaskúlan í verk. Fleiri tímar eru játtaðir til byrjanarundirvísingina, og tvílæraraskipanin í fyrsta og øðrum flokki hevur nú virkað í tvey ár. Lærarar lata sum heild væl at hesi skipan, og spennandi verður at síggja, um úrslitini verða betri, tá ið hesir næmingar fara til sína fyrstu landsroynd í 4. flokki.

Arbeiðið at endurskoða og samansjóða námsætlanirnar á fólkaskúla- og miðnámsskúlaøkinum er komið væl áleiðis. Málið er samanhangandi námsætlanir frá fólkaskúla til hægri lestur og at áseta, hvat næmingar skulu duga á hvørjum stigi í útbúgvingarskipanini. Tað skal tryggja, at skiftið millum stigini verður lættari, so vit fáa fleiri ung gjøgnum útbúgvingarskipanina.

Skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingar verða nú skipaðar sum bachelorútbúgvingar og lagdar undir Fróðskaparsetrið. Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin eru lagdir saman við Fróðskaparsetrinum.

Nýggj matvøruútbúgving er sett á stovn í Klaksvík.

Málið er at víðka um útboðið av útbúgvingum og møguleikum fyri fjarlestri.

Stóra næmingatilgongdin ger, at neyðugt verður at umskipa lestrarstuðulin. Arbeiðsbólkur er farin undir at gera uppskot til broytingar í hesi skipan.

Harra formaður

Skúlabókagrunnurin, Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð og KT-depilin eru løgd saman, og søvn landsins verða løgd saman í Tjóðsavn Føroya í heyst. Øll eftirútbútbúgving verður savnað á Fróðskaparsetrinum, og ætlanin er at leggja miðnámsútbúgvingarnar í tveir deplar.

Í ólavsøkupakkanum varð lagt upp til bygnaðarbroytingar í fólkaskúlanum við m.a. at leggja smáar skúlaflokkar saman, eisini tvørtur um kommunumørk. Henda ætlan verður nú samskipað við kommunusamanleggingarnar. Vit mugu gera okkum greitt, at vit nýta lutfalsliga meira pening at reka okkara fólkaskúla enn okkara grannalond. Skulu vit reka fólkaskúlan fyri sama krónutal komandi árini, standa vit við valinum millum at leggja smáar skúlar saman í størri eindir ella at lækka støðið.

Harra formaður

Mentanin er grundvøllurin undir okkara samleika. Mentanin ríkar tilveruna, mennir skapanarevnini og skapar virði, ið ikki kunnu gerast upp í krónum og oyrum.

Samstarvið millum listafólk og okkara útbúgvingarskipan skal halda fram. Tað stimbrar tær skapandi lærugreinarnar í skúlaverkinum og mennir listafólkini. Ætlanin er at geva Mentanargrunninum størri mentanarpolitiskan leiklut, og at hann skal umsita fleiri stuðulsjáttanir. Á vári 2011 verður aðalorðaskifti um okkara framtíðar mentanarpolitikk.

Landsstýrið hevur varðveitt játtanina til úrvalsítróttina, sum er 600.000 kr., so at okkara fremstu ítróttarfólk fáa betri karmar at virka undir.

Nýtt málráð verður sett í komandi ári, og fyrireikingar til føroyska upphavsrættarlóg verða nú gjørdar. Public Service sáttmáli verður gjørdur við Kringvarpið, har m.a. dentur verður lagdur á tilfar til børn og ung á føroyskum, og deyvatulkingin verður styrkt.

Harra formaður

Kommunurnar verða nú lagdar saman í sjey eindir, so tær verða førar fyri at lyfta framtíðar avbjóðingar, veita borgarunum nøktandi tilboð og skapa karmar fyri vøkstri.

Eldraøkið verður lagt út til kommunurnar 1. januar 2013, og tann 1. august 2013 verður fólkaskúlin latin kommununum at umsita. Fyri at allar kommur skulu verða førar fyri at fíggja nýggju málsøkini, verður lutfallið millum lands- og kommunuskatt javnað, og ein samhaldsføst útjavningarskipan verður sett í verk.

Harra formaður

Eitt gott samfelag er eitt samfelag, sum tryggjar øllum javnbjóðis møguleikar og loftar teimum, sum hava tørv á hjálp og fær tey á føtur aftur.

Arbeiðið at gera nýggja forsorgarlóg er farið av bakkastokki. Lógin skal verða lagað til føroyska samfelagið. Tað skal vera greiðari, hvørji rættindi og skyldur borgarin hevur, so at hann, alt eftir tørvi, fær neyðugu hjálpina. Nýggja forsorgarlógin er eitt neyðugt amboð til skynsamari stýring av útreiðslunum.

 

 

Fyrsta stigið, ið snýr seg um hjálparráð, kom í gildi 1. apríl í ár. Næsta stigið er at endurskoða skipanirnar, ið hava týdning fyri at gera arbeiðsmarknaðin rúmligari, sum t.d. skipanirnar við endurbúgving og vardum størvum.

Játtanirnar til almannaøkið eru hækkaðar nógv seinastu árini. Tí mugu vit raðfesta tey, sum mest treingja til og skipa okkara veitingar og tænastur, so starvsfólkaorkan og fíggjarliga tilfeingið verða brúkt so væl sum gjørligt.

Vit hava hækkað gjaldið á sambýlum, so tað samsvarar betur við tað, fólk gjalda fyri at búgva á røktarheimi. Vit hava minkað stuðulin til heilivág til teirra, ið ikki hava brúk fyri so nógvum heilivági. Vit ætla at leggja ávíst egingjald á hoyritól, og vit umhugsa at nýta nøkur av teimum nýggju røktarheimsplássunum til fólk, ið nú búgva undir vánaligum umstøðum. Á henda hátt verður tað bíligari at reka og betri hjá teimum búfólkum, ið flyta inn í nýggju røktarheimini.

Landsstýrið arbeiðir við at samskipa røktarheim, sambýlir og heimarøktina kring landið í eldrarøktarøki, sum verða skipað undir einari leiðslu við felags visitatión og upptøkunevnd. Tað fer at gera skipanina einfaldari, enn hon er í dag, har hvørt heim hevur sína egnu upptøkunevnd. Fyri tey eldru merkir tað, at tað verður ein og sama hurð inn í eldrarøktina. Hvørt øki fer at hava eina skráseting og ikki, sum nú, fleiri ymiskar, og bíðilistarnir verða greiðari og meira eftirfarandi.

Skulu vit føra ein munagóðan eldrapolitikk, er neyðugt, at vit fáa eina eftirfarandi mynd av korunum hjá teimum eldru. Tí tók landsstýrið stig til eina livikorskanning fyri at vita, hvat pensjónistar sjálvir halda um sína støðu. Kanningin er liðug og verður løgd fram í næstum. Úrslitini vísa, at so at siga allir pensjónistar eru sum heild nøgdir við sína tilveru. Níggju av tíggju pensjónistum láta væl at síni fíggjarligu støðu, og heilsustøðan er hampilig hjá teimum flestu.

 

Økið børn og ung er umskipað, so vit betur fáa hjálpt børnum og familjum við serligum tørvi. Skipanirnar og tilboðini verða háttað so mikið smidliga, at tørvurin, ið broytist við tíðini, kann verða nøktaður so væl sum til ber.

Í mong ár hava vit sent børn og ung við serligum tørvi av landinum. Tað er ikki virðiligt fyri børnini og teirra foreldur, og ei heldur fyri okkum sum samfelag. Tí verður farið undir miðvíst at menna serkunnleika og útvega fleiri tilboð í Føroyum.

Nýggj psykiatrilóg varð sett í gildi seinasta heyst. Hon bøtir um rættarstøðuna hjá sálarsjúkum í sambandi við frælsistøku og viðgerð, og hon tryggjar, at sjúklingarnir í so stóran mun, sum til ber, fáa ávirkan á egin viðurskifti.

Í vár varð nýggj verjumálslóg sett í gildi. Hon tryggjar, at verjumál altíð verða lagað eftir tørvi, so ómynduggeringin ikki verður meira umfatandi enn neyðugt.

Semja er millum samgongu og andstøðu um nýggja eftirlønarskipan. Øll, sum hava møguleika, skulu rinda til egna eftirløn, men tað almenna tryggjar tey, ið ikki hava havt møguleika til at spara upp til sína egnu pensjón. Umskipanin verður gjørd yvir eitt áramál, so borgarin og arbeiðsmarknaðurin fáa møguleika at umstilla seg. Mótrokningin í pensjónini verður broytt, so tað loysir seg hjá pensjónistum at vinna aftur ískoyti til pensjónina.

Harra formaður

Sjúkrahúsini verða samskipað, so vit fáa eitt samansjóðað heilsuverk við trimum sjúkrahúsum. Dupultfunksjónir skulu beinast burtur við at samskipa virksemi og tænastur. Hetta skuldi verið lagamanni, nú vit hava útbygt okkara undirstøðukervi fyri risa upphæddir, og sum hevur havt við sær, at fjarstøðan í størsta partinum av landinum ikki er størri enn í einum stórbýi. Fakligar ósemjur og lokalpolitikkur mugu ikki sleppa at tarna hesum máli.

Kommunulæknaskipanin verður umskipað, og neyðugt verður við broytingum, um skipanin ikki skal detta sundur. Í løtuni eru bert 18 av 32 kommunulæknastørvum sett. Harafturat er helvtin av kommunulæknunum, sum eru í starvi, oman fyri 60 ár. Umskipanin merkir, at farið verður burtur frá gomlu læknadømunum til færri heilsuøki, har kommunulæknarnir verða savnaðir í størri eindir. Aðrir heilsufakligir starvsbólkar verða knýttir at, so fyribyrgjandi virksemi og viðgerð av fólki við kroniskum sjúkum verður styrkt.

Nýggj Heilsutrygd varð sett á stovn 1. januar, og í vár vórðu nýggjar reglur um tilskot til heilivág settar í gildi. Tær eru skipaðar soleiðis, at tess størri útreiðslurnar til heilivág eru, tess størri tilskot. Tað merkir, at borgarar, sum brúka nógvan heilivág, rinda lutfalsliga minni enn tey, ið brúka lítið av heilivági. Børn og eldri koma ongantíð at rinda meira enn 1190 krónur um árið, og øll onnur ongantíð meiri enn 1600 krónur.

Fyrsta krabbameinsætlan fyri Føroyar var liðug í fjør, og partar av ætlanini eru longu settir í verk. Hon lýsir verandi støðu innan krabbameinsviðgerð og kemur við tilmælum um átøk at betra um fyribyrging, kanning, viðgerð og endurmenning.

Árini 2009 og 2010 eru lýst sum rørsluár, og 2011 verður kostár. Almenni myndugleikin skal ikki ráða yvir, hvussu fólk liva sítt lív, men tað er umráðandi, at vit sum samfelag eggja fólki til at liva á heilsugóðan hátt. Nærverkið hevur í samstarvi við kommunurnar í Havn og í Norðurstreymi skipað fyri tilboðum um rørslu fyri eldri. Royndirnar eru góðar, og tí verða tilboðini víðkað til alt landið.

Harra formaður

Ólavsøkan er ímyndin av savningarmegi – bondini, sum knýta okkum føroyingar saman. Gjøgnum øldir eru vit komin saman til gaman og álvara. Og gjøgnum øldir hava vit føroyingar í felag vunnið til lívsins uppihald og bygt land.

Felagsskapurin er grundvøllurin undir okkara samfelag, okkara tjóð og okkara fólkaræði.

Føroyar hava verið partur av einum ríkisfelagsskapi í meira enn 600 ár. Einum felagsskapi, sum eigur sín lut í, at tað hevur eydnast okkum føroyingum at byggja land. Eitt og hvørt samstarv má tó fylgja tíðini, og eitt og hvørt samstarv má mennast. Men vilja vit broyta okkara ríkisrættarligu viðurskifti í framtíðini, skal tað vera við virðing fyri báðum pørtum og undir greiðum fortreytum og tilgongdum.

Uppskotið til stjórnarskipan, ið varð lagt fram í vár, fellur burtur nú á ólavsøku. Men málið verður tikið uppaftur, og tí taki eg fult undir við. Ein stjórnarskipan er grundarsteinurin undir einum fólkaræði og skal savna tjóðina.

Men lat meg gera tað heilt greitt. Henda samgonga fer ikki at samtykkja eina stjórnarskipan, sum sáar iva um, hvørt Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Skulu vit broyta okkara ríkisrættarligu støðu, skulu broytingarnar ikki vera grundaðar á løgfrøðiligar tulkingar, men vera grundaðar á politiskar avgerðir og fólksins vilja.

Góðu landsmenn – háttvirda ting

Seinastu tvey árini hava verið torfør, og tað hevur mangan verið strævið og avbjóðandi at stýra millum skerini. Vit hava verið í ringum sjógvi, men eg ivist ikki í, at eitt hátrýst við betri líkindum er á veg, um vit bera okkum rætt at.

Við góðum áralagi gerst róðurin lættari. Við góðum stevi í samgonguni og góðum samstarvi millum samgongu og andstøðu byggja vit land.

Eg vil við hesum rætta hondina út til eitt gott og gevandi samstarv í hesi tingsetuni.

Eg ynski øllum eina góða ólavsøku og Guds signing.

 


Bookmark and Share

Aftur

Print_icon
Seinastu tíðindi

Seinastu ítróttartíðindi


Lýsingar

 

Lýsingar

 
     
   
Sniðgivið: cre8.fo l Copyright: Suðurrás