Greitt at Tvørabáturin luttekur ikki í kappróðinum á Ólavssøku(uppdatering!! Tað er nú so gott sum vist at Tvørabáturin og onnur 6-mannfør fara ikki at rógva í dag) |
![Tíðindi]() |
Chris Jan Michelsen tann 28.07.2010 kl. 15:27 |
| Tíðindi >> Tíðindi |
Tað er nú greitt at Tvørabáturin luttekur ikki í kappróðinum á Ólavssøku. Í stuttari viðmerking sigur næstformaðurin í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, Ronald Robertson, at avgerðin er grundað á framferðina hjá Róðrarsambandinum, sum eftir teirra tykki kundi handfarið henda trupulleikan eitt sindur meira professionelt.
"Vit bera ikki agg til manningina á Páll Fanga, men halda at Róðrarsambandið við sínum avgerðum hevur spilt bæði motivatión og kapping í hesum førinum og velja tí at halda okkum burtur", endar Ronald Robertson, meðan hann fær pakkað tað síðsta áðrenn Smyril fer norður við honum og hinum manningunum hjá FSR.
Seinasta: Tað sær út sum um okkurt samband er tikið upp aftur millum partarnar. Tá Smyril fór av Krambatanga í morgun kom Tvørabáturin við í síðstu løtu. Vit høvdu samband við næstformannin í FSR, men hann visti einki ítøkiligt, men lovaði tó at koma aftur tá okkurt frættist. Á Suðuroyarportalurin fara vit at fylgja við og koma við uppdateringum so skjótt vit vita meira.
Seinasta kl 14.30: Suðuroyarportalurin hevur verið á samband við nevndina í FSR, sum í løtuni er niðri á havnarlagnum, men har er einki nýtt at frætta. "Róðrarsambandið hevur ikki latið frætta frá sær, og so leingi einki hoyrist frá teimum er okkara støða óbroytt" verður sagt av kappróðrarøkinum.
Seinasta kl 15.30: Suðuroyarportalurin hevur fyri løtu síðani verið í sambandi við nevndarlim í FSR, og nú er støðan tann at nakað heilt óvanligt skal henda, um Tvørabáturin fer at rógva við á Ólavssøku. Róðrarsambandið hevur ikki latið frætta frá sær, Páll Fangi er farin á sjógvin, Smyril stendur við presending yvir sær uppi á landi og støðan er annars óbroytt frá í gjárkvøldið. Sostatt er helst sannlíkt at tað verður ein skerdur 6-mannafarsróður á Ólavssøku í ár.
Aftur