Set til startsíðu
 
 


Lesarin skrivar



Myndasavn

Vevkamera



Verður nakað Suðuroyarlið í Vodafonedeildini komandi ár?

Ja -1
Ja - 2
Nei - onki
Veit ikki

Vís atkvøður


Tiltøk í oynni




Kappróður á ólavsøku

Tíðindi

Chris Jan Michelsen tann 27.07.2010 kl. 20:08

Tíðindi >> Tíðindi

Í morgin endar kappróðrarárið, og vinnarar av Føroyameistaraskapinum verða heiðraðir.
Hjá 6-mannaførum við monnum er árið tíverri endað so vánaligt, sum hugsast kann. Men aðrir bátar eru, og teir mugu okur fyri alt í verðini ikki gloyma, men fara norður á ólavsøku og geva teimum okra dygga stuðul og undirtøku!
 
Royndin Fríða við dreingjum liggur nevniliga á einum 1. plássi saman við Bliki, og tann, sum er fremri á ólavsøku er Føroyameistari. So har er øgiliga spennandi! Firvaldur er á einum 3. plássi, men teir hava roynst sera væl í ár, so alt kanna henda í morgin! Dreingjaróðurin byrjar kl. 15. 00!
Kvinnurnar á Firvaldi liggja á einum 3. plássi í FM kappingini. Tær hava klárað eitt 2. pláss tríggjar teir seinastu róðrarnar. Erla Kongsdóttir á 1. plássinum verður kanska ring at syfta, men munurin hevur onkuntíð verið rættiliga lítil.
 
Suðuroyggin hevur eisini nógvar manningar við til barnaróður, heili 5 bátar. Lat børnini og tey ungu fáa eina góða róðraruppliving!
 
Tað eru nakrir av teim elstu rórðarmonnunum, sum finglast og fuskast við listum.  Teir skuldu vita betur og hildi seg til regluna, um ikki at broyta bátin, og heldur róð undir somu treytum, sum aðrir!
 
Øllum rógvarum verður ynskt ein rættvísan kappróður, og havið øll eina góða ólavsøku!
 
Mynd og tekst: Turið

Bookmark and Share

Aftur

Print_icon
Seinastu tíðindi

Seinastu ítróttartíðindi


Lýsingar

 

Lýsingar

 
     
   
Sniðgivið: cre8.fo l Copyright: Suðurrás