Set til startsíðu
 
 


Lesarin skrivar



Myndasavn

Vevkamera



Verður nakað Suðuroyarlið í Vodafonedeildini komandi ár?

Ja -1
Ja - 2
Nei - onki
Veit ikki

Vís atkvøður


Tiltøk í oynni




Ólavsøkuheilsan

Tíðindi

Suðuroyarportalurin tann 28.07.2010 kl. 21:22

Tíðindi >> Tíðindi

29. juli er ólavsøka, tjóðarhátíð føroyinga. Ólavur hin Heilagi, seinni halgimenni norðmanna, fall í bardaga á Stiklastøðum í Noregi 29. juli 1030. Seinni gjørdist deyðadagur hansara dagurin, tá føroyingar settu ting, og verður hesin aldargamli siður enn hildin í hevd, nú meira enn nakrantíð.

Tað er í døgunum 28. og 29. juli, at fólk savnast í høvuðsstaði okra, Tórshavn, og har, ið okur hvør í sær, kanska bregða frá, lata okur tað liggja, og lata okum í felagssamleikan, ið ger okum til føroyingar. Eitt fólk, ið kann fevna um meira enn seg sjálvt, eitt fólk, ið virðir ymsikleika og setir fólkaræðið og rættvísið í hásæti.
Ólavsøkan er hátíðin, tá fólk úr nær og fjar savnast til gaman og álvara, har fólk hittast eftir langan sakn, og har vinskapur birtist av nýggjum.
Manningin á Suðuroyarportalinum ynskir øllum føroyingum, gestum og ferðandi í Føroyum, eina góða og hendingaríka ólavsøku.

Bookmark and Share

Aftur

Print_icon
Seinastu tíðindi

Seinastu ítróttartíðindi


Lýsingar

 

Lýsingar

 
     
   
Sniðgivið: cre8.fo l Copyright: Suðurrás