Set til startsíðu
 
 


Lesarin skrivar



Myndasavn

Vevkamera



Verður nakað Suðuroyarlið í Vodafonedeildini komandi ár?

Ja -1
Ja - 2
Nei - onki
Veit ikki

Vís atkvøður


Tiltøk í oynni




Róðrarsamband Føroya dømir uttan heimild

Tíðindi

Finn Thomsen tann 28.07.2010 kl. 13:18

Tíðindi >> Tíðindi

Ítróttardómstólurin hjá ÍSF hevur viðgjørt klaguna frá Miðvágs Róðrarfelag um úrskurðin hjá dómsnevndini hjá RSF í samband við Páll Fanga málið. Ítróttardómstólurin kemur til hesa niðurstøðu:

Miðvágs Róðrarfelag hevur við kæru dagfest 27. juli 2010 kært úrskurðin hjá dómsnevnd RSF tann 27. juli 2010 til ítóttadómstólin, við kravi um at Páll Fangi 6 mf menn verður dømdur harðari revsing, enn ásett av kappingarnevndini og staðfest av dómsnevndini.

Ítróttadómstólurin var settur 28. juli 2010 kl 8. 30. Møtt vóru Poul Hansen, Eyðhild Skaalum og Børge B. Hansen.

Dómstólurin er samdur við RSF og dómsnevndini at soleiðis sum grein 3 í lógum RSF’s og reglunum fyri føroyameistaraheitið eru praktiseraðar gjøgnum árini hevur Páll Fangi brotið nevndu reglar.

Nýtslan av gulum og reyðum kortum er tilætlað dómarunum at nýta í sambandi við sjálvan kappróðurin, og kann tí ikki brúkast umsitingarliga aftaná at róðurin er liðugur.

Tá RSF hevur dømt eina sekt sum tað ikki hevur heimild til at døma, samstundis sum tað er greitt at Páll Fangi í minst tveimum førum hevur brotið grein 3 í lógunum og reglunum fyri føroyameistaraheitið verður málið sent aftur til RSF til nýggja viðgerð og støðutakan hvørjar fylgir slíkt brot skal hava fyri Páll Fanga.

Í nýggju viðgerðini hjá RSF skal innganga at um RSF hevði verið vart við broytingina í bátinum áðrenn ein róður vildi báturin ikki fingið loyvið at starta.

Útvarp Føroya visti á middegi at siga, at RSF fór at taka málið upp aftur seinnapartin, og at ein niðurstøðu helst var klár í seinasta lagi kl. 15.00 í dag.


Bookmark and Share

Aftur

Print_icon
Seinastu tíðindi

Seinastu ítróttartíðindi


Lýsingar

 

Lýsingar

 
     
   
Sniðgivið: cre8.fo l Copyright: Suðurrás