RSF avgreitt listamálið |
![Ítróttur]() |
Finn Thomsen tann 24.07.2010 kl. 13:17 |
| Tíðindi >> Ítróttur |
Rættiligt stríð hevur tikið seg upp um kappingina hjá 6-mannaførum hjá monnum í ár.
Komið er fram, at vinnarin á øllum stevnunum í ár, Páll Fangi, hevur sett nakrar listar fastar í bekkirnar á bátinum, sum eftir øllum at døma geva rógvarunum stóran fyrimun, tá róð verður.
At hetta ikki er rætt at gera, eru næstan øll á einum máli um, og sjálvt umboð fyri RSF hava í útvarpinum greitt frá, at hetta ikki er lógligt á nakran hátt.
Staðfest er eisini, at Páll Fangi hevur framt lógarbrotið, men ivi er um, á hvussu nógvum stevnum. Á Páll Fanga verður sagt, at teir hava brúkt listarnar á tveimum stevnum, meðan mótparturin við myndum sigur seg kunna prógva, at listarnir eru brúktir á fleiri enn tveimum stevnum.
RSF hevur viðgjørt málið og gjørt av at geva Páll Fanga tvey gul kort fyri at hava brúkt ólógligu listarnar á tveimum stevnum. Við hesum hevur RSF staðfest, at Páll Fangi hevur brotið lógina.
Tvey gul kort til Páll Fanga fáa ongar avleiðingar fyri kappingina í ár, og Páll Fangi er føroyameistari 2010.
Sum skilst, so eru suðuroyingar, og serliga fólk, ið eru um Tvørábátin, ikki serliga fegin um úrskurðin hjá RSF.
Sagt verður, at tað er merkisvert, at bátur, ið hevur snýtt á fleiri róðrum eitt ár, kann gerast føroyameistari.
Tvørábáturin, sum hevur verið argasti kappingarneytin hjá Páll Fanga, hevur í so at siga øllum róðrunum í ár tapt tepurt ímóti Páll Fanga.
– Okkara rógvarar, eins og aðrir rógvarar í landinum, hava í nógvar mánaðir givið kappróðrinum alt teirra lív, og tá vit nú kunnu staðfesta, at til ber at gerast føroyameistari við at snýta, so er einki at siga til, at hugurin fyri hesari ítróttargrein minkar stórliga, sigur kappróðraráhugaður við Suðuroyarportalin.
Kappróðraráhugaði leggur afturat, at í øðrum ítróttargreinum missa lið stig, um staðfest verður, at tey hava snýtt, men í kappróðri er hetta ikki galdandi.
Á heimasíðuni hjá Knørri er eingin ivi um, hvat teir halda er loyvt og ikki í kappróðri. Har stendur at lesa undir brotinum útgreinaðar broytingar:
1) Eftir at RSF hevur góðkent kappróðrarbát, verður í framtíðini ikki loyvt at broyta nakað á honum uttan við loyvi frá RSF. Her verður t.d. hugsað um, at feløg skulu ikki hava loyvi at smalka og skera í bekkir og annað, sum hevur verið at sæð í seinastuni. (Grein 3 í lógum RSF).
Suðuroyarportalurin fer næstu dagarnar at royna at fáa viðmerkingar til málið frá umboðum frá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.
Aftur