Statoil Kring Føroyar í Suðuroynni. |
![Ítróttur]() |
Poul Midjord Dam tann 23.07.2010 kl. 13:41 |
| Tíðindi >> Ítróttur |
Statoil Kring Føroyar
Í dag verður súkklað í Suðuroynni, ið verður mett ein hin harðasta etapan í Statoil Kring Føroyar. Byrjað verður við Føroya Banka á Tvøroyri kl. 16.00 og súkklað verður til Fámjins, um Hovsegg suður til Vágs og víðari, um Hestin, til Sumba og aftur til Vágs um Hestin.
Eftir ætlan koma teir fyrstu súkklararnir á mál, ið er á Torginum í Vági, uml. kl. 17.30. Sigurshaldið verður kl. 18.30.
Aftur