Set til startsíðu
 
 


Lesarin skrivar



Myndasavn

Vevkamera



Verður nakað Suðuroyarlið í Vodafonedeildini komandi ár?

Ja -1
Ja - 2
Nei - onki
Veit ikki

Vís atkvøður


Tiltøk í oynni




Tvær av íbúðunum inni í Heiðatrønni reistar

Tíðindi

Chris Jan Michelsen tann 27.07.2010 kl. 22:51

Tíðindi >> Tíðindi

Tað var ein lættur veitsludámur, nú Roest SP/F reisti tvær av íbúðunum inni á Heiðatrønni. Suðuroyarportalinum var við tá avtalan við Tvøroyrar Kommunu varð undirskrivað í býráðssalinum í vár. Tá segði Svend Roest at teir byrjaðu beinanvegin og vónaðu at vera lidnir í novembur.
Vit fingu orð á Svend Roest og greiddi hann okkum frá, at enn er einki sum bendir á at tíðarætlanin ikki fer at halda. Tær báðar fyrstu íbúðirnar verða gjørdar lidnar og samstundis heldur útgrevsturin fram til tær eftirfylgjandi.
Longu nú sæst at sniðið  brýtur eitt sindur frá tí vit traditionelt hugsa um, men íbúðirnar eru lætt atkomiligar, ljósar innan við glasi á suðursíðuni, og sjálvt ein lítil hjallur hevur funnið sær eitt pláss. Og her fáast eingi minuspoeng frá MBF, tað er koyrandi við rollatori líka til dyrnar.
Ein av íbúðunum er longu seld, og um tað næstu eru nógvar fyrispurningar á borðinum.
Svend vil fegin takka teimum undirleverandørum, sum eru við at gera hesa verkætlanina til verunleika, og skulu vit tí her nevna teir, sum sum eru við at byggja helst fyrsta skipaða bústaðarøki á Tvøroyri.
Arkitektur: Albert Isfeldt, Tórshavn
Útgrevstur: PSN SP/F v/Páll Nielsen, Trongisvágur
Beton, flag, timbur/snikkarí og múrari: Roest SP/F, Trongisvágur
El: Simo SP/F, Trongisvágur
HVS: Demich P/F, Vágur
Máling: Martin í Nesi, Hvalba


Bookmark and Share

Aftur

Print_icon
Seinastu tíðindi

Seinastu ítróttartíðindi


Lýsingar

 

Lýsingar

 
     
   
Sniðgivið: cre8.fo l Copyright: Suðurrás