Um Suðurrás og Suðuroyarportalin
Á vári 2001 varð farið undir at fyrireika stovnanina av einum útvarps-studio í Suðuroynni. Høvuðsendamálið við hesum ætlanum var, at Suðuroyggin og viðurskifti í Suðuroynni skuldu fáa meiri umrøðu í loftmiðlunum.
Móti sumri sama ár vóru fyrstu fundirnir við ÚF viðvíkjandi tí at gera sendingar, ið skuldi sendast í ÚF. Men long tíð skuldi ganga frá hesum fyrsta fundi, til Suðurrás á fyrsta sinni fór í luftina. Út við 1 ár eftir fundin við ÚF, varð fyrsta sending send beinleiðis úr studio'num hjá Suðurrás, og var hetta var á jóansøku 2002.
Hálvt ár frammanundan, tann 7. februar 2002, varð felagið Suðurrás stovnað. Endamálið hjá felagnum er m.a. at gera útvarpssendingar, ið verða sendar í øðrum loftmiðli. Avtalað varð gjørd við ÚF um at Suðurrás skuldi gera eina sending, í ein tíma um vikuna á vetrarskránni 2002/2003. Og burturúr hesari avtalu kom sendingin Viðurgerði, sum hevur verið á vetrarskránni hjá ÚF síðani.
Byrjunarkapitalur frá Vágs Sjónvarpsfelag
Tá avtala varð fingin í lag við Útvarp Føroya, varð eisini farið undir at keypa útgerð til at gera útvarpssendingar. Í samband við stovnanina av Suðurrás, varð tann peningur, sum Vágs Sjónvarpsfelag átti, eisini fluttur til Suðurrás. Og í veruleikanum var gamla Sjónvarpsfelagið, sum varð stovnað einaferð í 1970unum - men sum ikki hevði verið virkið í fleiri ár - á tann hátt við til at gera tað møguligt at fara undir at gera útvarpssendingar í Suðuroynni.
Suðuroyarportalurin
Stutt eftir at útvarpssendingin Viðurgerði byrjaði, varð farið undir at fyrireikað Suðuroyarportalin.
Frá fyrsta degi hevur høvuðsendamálið við Suðuroyarportalinum verið at bera út tíðindi úr Suðuroynni.
Í fyrstani var bert talan um eina einkla heimasíðu, men á heysti 2007 var ein veruligur Suðuroyarportalur gjørdur og fleiri skrivarar knýttir at portalinum.
Síðan á heysti 2007 hava vit hvørja viku fingið sendandi heilsanir úr øllum heiminum - einamest frá suðringum - sum gleðast um at Suðuroyarportalurin er til. Hetta gleðast vit sjálvsagt um og ger hetta arbeiðið hjá okkum hugaligt.
Suðuroyarportalurin er fíggjaður við lýsingum, sum rindað fyri kostnaðin av at hava slíkan portal. Tey sum skrivað eru ólønt.
Hvar halda okur til?
Suðurrás heldur til á ovastu hædd (á kvistinum) á Vágsvegi 48 mitt í Vági.
Suðurrás
Vágsvegur 48
FO-900 Vágur
webmaster@sudurras.fo